Hondbóltur

ÍF Føroyar stóran steypadyst á skránni - ímóti føroyingi

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum taka í kvøld ímóti Lív S. Poulsen og TMS Ringsted úr næstbestu deildini. Dysturin á Amager byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð.

Tað eydnaðist at vinna deildina og flyta upp í fjórðbestu deildina sannførandi. Í steypakappingini hevur ÍF Føroyar longu ein stóran sigur í ár - nú bíðar lið úr næstbestu donsku deildini (Mynd: ÍF Føroyar Hondbóltur)

Tað eydnaðist at vinna deildina og flyta upp í fjórðbestu deildina sannførandi. Í steypakappingini hevur ÍF Føroyar longu ein stóran sigur í ár - nú bíðar lið úr næstbestu donsku deildini (Mynd: ÍF Føroyar Hondbóltur)

2024-05-07 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni verður løtt til stóra HM-undandystin móti Norðurmakedónia í morgin. Í kvøld er stórur dystur fyri føroyskar hondbóltsútisetar.

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum skulu royna at skapa ein steypaskelk og sláa TMS Ringsted úr steypakappingini. Við felagnum spælir landsliðsspælarin Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen - hana hava tær á Amager í øllum førum fingið fyrireikað seg væl uppá.

[object Object]
Lív Sveinbjørnsdóttir var fyri mánaða síðani við at spæla Føroyar til EM - nú skal hon spæla steypadyst í Danmark ímóti bert føroyingum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Á føroyska liðnum eru fleiri, sum hava gjørt vart við seg í fremstu føroysku deildini, og har eru eisini fitt av A-landsdystum á liðnum. Nú er tað mest lesnaður, ið tær hugsavna seg um, men kvinnurnar hjá ÍF Føroyum hava hetta kappingarárið kveistrað alla mótsstøðu til viks.

Liðið vann allar sínar 22 dystir í Danmarksseriuni (fimtbestu deildini), og fyriuttan síðsta dystin, vóru allir sigrarnir tryggir. Í steypakappingini hevur ÍF Føroyar eisini gjørt bart. Í síðsta umfari var HIK úr triðbestu deildini á skránni. Hóast føroysku kvinnurnar spældu tvær deildir undir mótsstøðuliðnum, so vunnu tær.

Nú er uppaftur størri uppgáva á skránni í næsta umfarinum. Lív og Ringsted endaðu í ár nummar 4 av teimum 12 liðunum í næstbestu donsku deildini. Teirra kappingarár endaði sum so fyri einari tíð síðani, men ÍF Føroyar hevur ongan dyst havt seinasta mánaðan, og tað er ikki so, at man venur 4-5 ferðir um vikuna.

Tó hevur liðið hjá Rúna Vest Højgaard roynt at hildið seg í gongd, og vit frætta um góðar vónir til stóra steypadystin. Heimavøllurin á Amager kann eisini gera sítt - dysturin verður spældur í Sundbyøsterhal 1 á Parmagade 8 klokkan 19.30 lokala tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder