ÍF hevði í kvøld aðalfund í ítróttahúsinum í Fuglafirði. Á skránni var millum annað val av tveimum nýggjum nevndarlimum.
Aðalfundurin skeyt upp, at Høgni á Lakjuni og Marta Sólheim Thomsen komu í nevndina, og tey tóku við vali. Høgni og Marta vera ávíkavist peningarøkil og skrivari og avloysa Magnus Jørmundsson og Katrin Madsen.
Fyri at breiðka um herðarnar, sum skulu bera felagið, so vórðu tveir nýggjar tiltakslimir valdir. Talan er um Anniku Christiansen og Hjalta Lundsbjerg. Tey verða løgd afturat Karl Leiti, ið heldur fram sum tiltakslimir.
Tá nevndin skipaði seg gjørdist eisini greitt, at Georges Rouah heldur fram sum formaður, Leif Andre Eliasen heldur fram sum næstformaður og Jóhan Ellingsgaard sum nevndarlimur.
Harvið sær nevndin hjá ÍF soleiðis út nú:
Georges Rouah, formaður
Leif Andre Eliasen, næstformaður
Høgni á Lakjuni, peningarøkil
Marta Sólheim Thomsen, skrivari
Jóhan Ellingsgaard, nevndarlimur
Tiltakslimir:
Annika Ragna Christiansen
Hjalti Lundsbjerg
Karl Leiti
Felagið flutti inn í snotiliigt hús í Fløtugerði á sumri í fjør, og leikarar, venjarar og øll rundanum hava síðani havt møguleika at notið gott av umstøðunum. Seinni í ár verður ovara hæddin í húsinum til reiðar at taka í nýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald