Fótbóltur

ÍF hevur vunnið innanhýsis dystirnar

2-1 sigrarnir á Skála og móti EB/Streymi gera, at ÍF liggur best fyri av botn-fimm liðunum eftir fimm umfør. Skála hevur ikki fingið ætlaðu úrtøkuna í sínum báðum innanhýsis dystum, og bert Víkingur hevur mist tvær ferðir móti botn-fimm liðum.

HB og hini liðini í ovaru hálvu hava verið ov sterk fyri ÍF, men Uros Stojanov hevur tryggjað liðnum seks sera týdningarmikil stig (Mynd: Sverri Egholm)

HB og hini liðini í ovaru hálvu hava verið ov sterk fyri ÍF, men Uros Stojanov hevur tryggjað liðnum seks sera týdningarmikil stig (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-04 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er eingin loyna, at liðini í topp-fimm satsa mest uppá at vinna sær stigini í innahýsis uppgerðunum. Seinastu umførini hava vit sæð, at liðini spara eitt sindur ímóti topp-fimm liðunum: Sum dømi Bjarni Petersen hjá EB/Streymi móti KÍ og Pætur Dam Jacobsen hjá Skála móti NSÍ (ið tó noyddist inn í 1. hálvleiki).

[object Object]
Bjarni Petersen í dystinum móti TB, har EB/Streymur fekk trý týdningarmikil stig. Eftir at hava verið spardur móti KÍ var Bjarni við í 2-1 ísigrinum fyri ÍF týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrstu fimm umførunum hava bert fýra innanhýsis botn-fimm uppgerðir verið. ÍF hevur vunnið báðar (2-1 á Skála í 1. umfari og 2-1 móti EB/Streymi), EB/Streymur hevur vunnið aðra av sínum (2-0 á TB í 3. umfari) og ein er endað við javnleiki (Skála - AB 1-1 í 4. umfari).

Harvið hevur ÍF fingið øll síni seks stig í innanhýsis dystum millum tey niðaru liðini, EB/Streymur hevur fingið síni trý, Skála hevur fingið sítt, og AB hevur fingið annað av sínum. Annars hevur AB spælt 0-0 javnleik móti Víkingi, eins og TB gjørdi sunnudagin. Argjamenn fingu tað stigið á heimavølli, og TB fekk sítt fyrsta stig í kappingarárinum í Sarpugerði. Annars hava botn-fimm liðini havt tað sera trupult móti teimum ovaru, og munurin hevur greitt verið at sæð, tó at TB var sera nær við at fáa javnleik móti KÍ (2. umfari) og hótti B36 í 1. hálvleiki (4. umfar). Skála hótti Víking rímiliga væl í 2. umfari, og tað var 1-2 leingi, tá KÍ vitjaði í Fuglafirði í 3. umfari.

[object Object]
ÍF stríddist væl ímóti KÍ, men stigini eru komin í dystunum har liðið veruliga kundi spæla við. KÍ gjørdi bart á Argjum mánakvøldið, har munurin millum ovastu og niðastu liðini veruliga kom til sjóndar (Mynd: Sverri Egholm)

Tvørámenn spældu ein vánaligan dyst í Streymnesi í 3. umfari men hava framvegis ikki havt heimadyst móti einum øðrum topp-fimm liðið. Tað hevur Skála havt tvær ferðir, og tí má tað svíða, at ÍF slapp avstað við øllum, og at AB eisini fekk stig undir Mýruhjalla.

[object Object]Skála og AB spældu 1-1 javnleik fyri viku síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

Argjamenn eru í mun til dystarskrá komnir rímiliga væl frá fyrstu umførunum, hóast liðið bert hevur skorað eitt mál og hevur tapt samanlagt 11-0 seinastu tveir dystirnar, ið báðir hava verið á heimavølli. Tað hoyrir eisini við til søguna, at HB var í undirtali í 75 minuttir, og at KÍ hevði fleiri risamøguleikar afturat teimum seks málunum.

Sunnudagin eru tvær lyklauppgerðir í stríðnum um at sleppa undna niðastu plássunum. Skála vitjar við Margáir, og ÍF tekur ímóti AB. Tað er als ikki óhugsandi, at fuglfirðingar eftir 6. umfar eru í topp-fimm. Hetta gerst veruleiki, um ÍF vinnur triðju innanhýsis "botn-fimm uppgerðin", og um Víkingur samstundis taptir fyri B36.

[object Object]
Víkingur hevur víst veikleikar í dystunum móti botn-fimm liðunum og hevur bert fingið fimm út av níggu møguligum stigum (0-0 javnleik á Argjum og móti TB á heimavølli)

 Støðan: 
1. HB (15 stig) 
2. NSÍ (12 stig) 
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig) 
5. Víkingur (8 stig) 
6. ÍF (6 stig) 
7. EB/Streymur (3 stig) 
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig) 
10. Skála (1 stig) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder