
Nú eru bert fimm umfør eftir at leika í 1.deild hjá monnum, og har vóru nøkur áhugaverd úrslit í dag.
ÍF legði seg á oddasessin við stórsigri móti botnliðnum á Eiðinum í Vági. Í 2.hálvleiki kom av álvara hol á, og liðformaðurin, Jan Ó. Ellingsgaard, gjørdi hattrick. Harvið fara Suðringar niður í 2.deild, uttan so at teir innheinta 15 stig og 70 mál uppá fimm dystir, meðan fuglfirðingar kunnu endaliga tryggja sær uppflyting komandi vikuskifti.
KÍ snávaði í Hoyvík, og misti harvið fyrsta plássið, sum liðið hevur havt síðani 3.umfar. Giza kom á odda beint fyri hálvleik, og avgjørdi dystin við tveimum málum móti endanum av dystinum. Sera týdningarmikil stig hjá hoyvíkingum í royndini at bjarga sær í deildini.
B68 fór aftur við ongum eftir vitjanina í Gundadali. HB vann 3-1 eftir eina dreymabyrjan, har heimaliðið skoraði øll málini fyrstu tíggju minuttirnar. Tá NSÍ samstundis vann stórsigur móti Skála, so mistu toftamenn í stríðnum um 3.plássið, ið gevur uppflyting hjá teimum. Jann Martin Mortensen skeyt hattrick fyri runavíkingar í dag.
B71 var á vitjan hjá Víkingi, og sandoyingar vórðu sendir heim við einum tapið. Tonni Thomsen og Hans Jákup Lervig skoraðu tvey mál í part fyri heimaliðið í 1.hálvleiki, men B71 svaraði aftur í 2.hálvleiki. Tvey mál var tó ikki nóg mikið, og útiliðið misnýtti eisini eitt brotsspark. Eftir dystin var rok, har ein leikari á hvørjum liðið fekk reytt kort.
22.umfar:
TB/FCS/Royn - ÍF 0-6 (0-1)
Giza Hoyvík - KÍ 3-0 (1-0)
NSÍ - Skála 7-1 (3-1)
HB - B68 3-1 (3-1)
Víkingur - B71 4-2 (4-0)
Støðan:
ÍF 51
KÍ 49
NSÍ 43
B68 39
Víkingur 32
HB 28
B71 25
Skála 22
Giza Hoyvík 17
TB/FCS/Royn 7
Kelda: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald