placeholder
Hondbóltur

Illveðrið útsetur hondbóltsdyst

Tað er ringt veður at koyra millum bygda, og tí er dysturin millum Neistan og Stjørnuna í SMS deildini útsettur. Kyndilskvinnur og H71 spæla kortini kl 18 og tann dysturin sæst á Portal Play.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-14 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan hevur avlýst flestu leiðir í dag orsakað av vánaliga veðrinum, og nú er greitt at hondbóltsdysturin millum Neistan og Stjørnuna, sum skuldi vera klokkan 20, ikki verður spældur.

Dysturin skuldi eftir ætlan spælast á Hálsi í Havn, men tað er ringt veður at koyra millum bygda, so tað verður ikki mett ráðiligt at spæla dystin.

Men tað merkir ikki, at eingin hondbóltur verður í kvøld. Klokkan 18 taka kyndilskvinnur ímóti hoyvíkskvinnum í Høllini á Hálsi.

Dysturin sæst á Portal Play við haldi og til ber eisini at keypa atgongd til einstakan dyst.

Vitja Portal Play her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder