Í Føroyum hevur sera nógv fokus verið í vikuni á evropeisku luttøkuna hjá feløgunum her. Í gjár spældu HB, B36 og NSÍ í undanumfarinum í Europa League, ið er allarfyrsta stigið í kappingini fyri 2020/2021 - NSÍ og B36 spældi seg víðari til 1. umfar.
Í kvøld verður allarseinasti dysturin í Europa League 2019/2020 leiktur. Hann verður í Köln, har Inter Milan og Sevilla FC bresta saman. Inter vann í hálvfinaluni heili 5-0 á Shakhtar og er ein lítli favorittur í finaluni. Sevilla sendi Manchester United út við 2-1 sigri.
Luuk de Jong avgerð her hálvfinaluna móti United (Mynd: EPA)
Liðið úr Andalusia endaði nummar sjey í La Liga men hevur ikki tapt ein dyst síðani tíðliga í februar og er søguligt tað sterkasta felagið í kappingini. Sevilla vann trý ár á rað (2014-2016) og vann fyrr í øldini kappingina tvey ár á rað (2006-2007) Harvið er samanlagt talan um fimm finalusigrar í fimm royndum. Tað eru tveir fleiri finalusigrar enn tey fýra feløgini, ið hava næstflest: Liverpool, Juventus, Atletico Madrid og Inter Milan ið øll hava trý.
Liðið hjá Antonio Conte er tó sterkari á pappírinum. Verjan er krútsterk, og álopsparið Lautaro Martinez-Romelu Lukaku er sera vandamikið. Báðir skoraðu tvær ferðir í hálvfinaluni, og Lukaku hevur 33 mál í 50 dystum í ár. Inter er eitt stórfelag, og vann The Treble fyri tíggju árum síðani, men hevur ikki vunnið eitt steyp síðani 2011 (Coppa Italia)
Lukaku og Lautaro fegnast eftir eitt av málunum móti Shakthar (Mynd: EPA)
Fjórðingsfinalurnar og hálvfinlurnar í Europa League eru avgreiddar í Týsklandi seinastu tíðina. Fyrsta bríksl í finaluni, sum verður leikt í Köln, er klokkan 20.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald