Italska felagið Inter Milan tryggjaði sær í gjárkvøldið luttøku í finaluna í Europa League, har spanska felagið Sevilla verður mótstøðulið.
Onnur hálvfinalan í Europa League varð spæld í Düsseldorf í gjárkvøldið millum Milan og Shakhtar Donetsk úr Ukreina. Og italska felagið kom leikandi lætt víðari við einum tryggum 5-0 sigri.
Argentinski Lautaro Martínez og belgiski Romelu Lukaku skutu tvey mál hvør og Danilo D’Ambrosio skjeyt eitt.
Europa League finalan verður spæld í RheinEnergie Stadion í Köln nú fríggjakvøldið millum Milan og Sevilla, sum sunnukvøldið sló Manchester United úr kappingini við einum 2-1 sigri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald