HB skal finna nýggjan kvinnu- og ungdómsvenjara. Áðrenn írin Christopher Harrington er byrjaður í starvinum, er írski venjarin loystur frá sáttmálanum, sum varð undirskrivaður í november.
Tað boðar Havnar Bólafelag frá á heimasíðu síni í dag.
HB greiðir soleiðis frá:
Harrington varð settur sum høvuðsungdómsvenjari og venjari hjá okkara Betri kvinnum, og kom til Føroya beint eftir nýggjár. Arbeiðsloyvi hansara var ikki klárt og er tað framvegis ikki.
Aftaná nakrar vikur her, valdi Harrington at fara aftur til Írlands at bíða til arbeiðsloyvið varð klárt, so hann kundi fara undir arbeiðið. Harrington gjørdi tá vart við, at hann var ónøgdur um at arbeiðsloyvið ikki var klárt, og hann var eisini misnøgdur við onnur viðurskifti í móttøkuni av honum.
Harrington hevur nú boðað frá, at hann ikki ynskir at koma aftur til HB, og hetta hevur felagið tikið til eftirtektar, og loyst hann úr sáttmálanum.
Tað harmar okkum, at hetta ikki bar á mál, og ger tað átroðkandi at finna loysnir upp á hesar venjaraspurningar nú landskappingin nærkast. Góð fólk í felagnum hava tikið uppgávurnar á seg fyribils, meðan arbeitt verður vit at seta nýggjan venjara til Betri kvinnur og ein høvuðsungdómsvenjara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald