Tað hevur ligið í luftini í eina tíð, og nú er tað kunngjørt: Ísak Vedelsbøl er nú H71'ari.
Nú 18-ára gamli strikuspælarin er stórur, sterkur og snildur og ger stóran mun fyri síni lið - í bæði álopi og verju. Tað er ætlanin, at hann skal gera tað fyri H71 í føroysku kappingunum og í Evropa í 2023/2024 og halda fram við sínari menning har.
Ísak hevur annars altíð umboðað Neistan í Føroyum, og síðsta kappingarár gjørdist hann ársins stjørnuskot hjá monnum.
Ársins Stjørnuskot 2022/2023: Ísak Vedelsbøl og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (Mynd: HSF)
Ísak Vedelsbøl saman við ítróttastjóranum og øðrum av mansvenjarunum í H71, sum eisini er venjari hjá honum á U19-landsliðnum, Djóni Gaard Joensen (Mynd: H71)
Ísak Vedelsbøl var fyrr í summar við U21-landsliðnum til HM í Týsklandi, har hann vísti seg væl fram.
Í løtuni fyrireika Ísak og U19-liðfelagarnir seg til HM-endaspælið í Kroatia, sum byrjar mikudagin 3. august. Har verður nýggjasti H71-spælarin ein lykil hjá Føroyum, um tað skal gangast væl.
Ísak Vedelsbøl var stórspælandi móti millum ananð Spania í Týsklandi herfyri...
...næsta árið fer hann til dagliga at venja í Hoyvík
...har Mark Lausen-Marcher, U21-landsliðsvenjari, er annar av venjarunum og Sveinur Olafsson (t.v.) verður ein liðfelagi (Myndir: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald