12 november verða teir seinastu dystirnir, sum avgera hvørji lond sleppa við til komandi EM kappingina í fótbólti.
Talan er um Euro 2020, sum skuldi verið hildin í fleiri evropeiskum londum í summar, men sum varð útsett til 2021 orsaka av korona farsóttini.
Tey londini, sum enn eru eftir at finna, eru tey, sum hava møguleika at kvalifisera seg gjøgnum Nations League skipanina. Talan er um fýra pláss, sum mangla.
Ísland hevur enn møguleika at koma við til EM umvegis A-røðina í Nations League. Ísland vann í gjárkvøldið 2-1 í semifinaluni móti Rumenia.
Semifinalan varð spæld heima á Laugardalsvølli, og íslendingar løgdu seg á odda longu í fyrra hálvleiki við tveimum málum, sum Gylfi Sigurðsson skjeyt. Málið hjá rumenum kom í øðrum hálvleiki.
Íslendingar fáa útivøll í avgerðandi dystinum um EM-plássið, sum verður í Budapest. Ungarn vann nevniliga hin dystin í gjárkvøldið 3-1 á útivølli móti Bulgaria.
Í B-røðini skulu Norðurírland og Slovakia spæla avgerðandi dystin í Belfast. Tað skuldi brotssparkskapping til í báðum semifinalunum í gjárkvøldið. Norðurírland vann á útivølli móti Bosnia Hersegovina, og Slovakia vann heima móti Írlandi.
Í C-røðini bólkinum var heldur ongin vinnari funnin í vanligu leiktíðini. Skotland spældi 0-0 á heimavølli móti Ísrael, men vann brotssparkskappingina. Í Oslo spældi Noreg 1-1 móti Serbia, men serbar skoraðu í longdu leiktíðini.
Finalan verður sostatt í Beograd millum Serbia og Skotland.
Í D-røðini, har Føroyar kundu havt verið við, um úrslitini lagaðu seg betri í fyrstu Nations League kappingini, sum varð spæld á heystið 2018.
Men Kosovo, sum vann okkara bólk, megnaði ikki at spæla seg víðari. Kosovo tapti í gjárkvøldið 2-1 á útivølli móti Norðurmakedonia. Í hinum dystinum vann Georgia heima 1-0 á Hvítarusslandi.
Finalan í D-røðini verður spæld í Tblisi 12. november millum Georgia og Norðurmakedonia.
24 lond vera við í komandi EM-kapping. Tey 20 londini, sum nú eru klár til luttøku eru: Portugal, Niðurlond, Ongland, Sveits, Belgia, Frakland, Spania, Italia, Kroatia, Poland, Týskland, Ukreina, Danmark, Svøríki, Russland, Eysturríki, Wales, Tekkia, Turkaland og Finnland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald