Fótbóltur

Íslendskur venjari settur í samband við HB

Miðlar í Íslandi vilja vera við, at HB ynskir Arnar Grétarsson sum avloysara fyri Adolfo Sormani. Formaðurin í HB kennir einki til hesa søguna.

2025-04-22 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- HB er eftir einum íslendskum venjara.

Hetta kom fram í sendingini "Þungavigtinni" hjá Vísir í gjár. Í dag skrivar 433 hjá dv.is, at sambært teimum keldum, roynir HB at fáa fatur á Arnari Grétarsson.

Miðilin vísir á, at HB byrjaði kappingarárið í Føroyum væl, men at man síðani hevur tapt tríggjar dystir á rað - seinast 4-0 móti KÍ.

Ivi er sáddur um framtíðina hjá Adolfo Sormani. Italiumaðurin hevur annars sáttmála fyri í ár og 2026 afturat.

Arnar Grétarsson er 53-ára gamal og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vali. Hetta var til í august í fjør.

Annars hevur Grétarsson, sambært transfermarkt.com, stjórnað Breiðablik og KA Akureyri í heimlandinum, umframt K.S.V Roeselare í Belgia. Eisini hevur íslendingurin verið ítróttarstjóri í so stórum feløgum sum Club Brugge og AEK Athens.

[object Object]

Hvussu stór hald í hesari søguni er ilt at siga, men í HB kennast tey so ikki við útleggingina hjá 433. Hetta ger formaðurin greitt, tá Portalurin fyri lítlari løtu bað hann fyrihalda seg til søguna.

- Hetta eru leysasøgur. Eg kenni einki til hetta, sigur Ransin Napoleon Djurhuus, formaður í HB, í stuttari viðmerking við Portalin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder