Silver League, menn:
Ísrael - Føroyar 3-0 (25-11, 25-12, 25-13)
Hóast Írael bert er tvey pláss hægri enn Føroyar á europeiska styrilistanum, má bara ásannast, at munurin í veruleikanum er væl størri, tí Føroyar megnaðu einki at gera við sterka ísraelska liðið, sum vann lættan 3-0 sigur fyrsta umfari í Silvurliguni, sum um vikuskiftið verður spælt í Kópavági í Íslandi.
Ísrael legði seg alt fyri eitt framum 11-1, og sjónligt var, at hesin dysturin kundi fara at gerast Føroyum rættiliga stríggin. Og munurin minkaði ikki; Ísrael vann fyrsta settið 25-11.
Gongdin í øðrum setti var lík; Ísrael legði seg á odda 6-0 og 12-2, áðrenn settið varð vunnið 25-12.
Heldur frægari gekk at byrja við í triðja setti, hóast endin ikki var so ólíkur hinum báðum settunum. Eftir 4-4 fór at dragna millum liðini, og at enda vann Ísrael 25-13.
Sunnudagin møtast Ísland og Ísrael.
Næsta vikuskifti verður annað umfar í Silvurliguni spælt Føroyum. Tá kappast Føroyar, Ísland og Eysturríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald