Fótbóltur

Ísraelar virðing fyri Føroyum

Ísraelska landsliðið hevur í kvøld seinastu venjingina undan dystinum móti Føroyum á Tórsvølli í annaðkvøld. Ísrrelar skulu venja seg við graslíkið, men tað skal ikki vera ein umbering, siga teir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-31 20:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ísraelar hava í kvøld seinastu venjingina undan A-landsdystinum ímóti Føroyum í annaðkvøld. Eitt nú skulu teir venja seg við graslíki, sum teir ikki eru vanir at spæla á.

Á tíðindafundinum áðrenn venjingina varð spurt um graslíkið á Tórsvølli. Ísraelska liðið Maccabi Haifa spældi ímóti HB á júst Tórsvølli herfyri, og sambært ísraelum høvdu teir trupulleikar á vøllinum, sum liðið tapti 1-0.

- Tað skal so ikki vera ein umbering. Vit vandu á graslíki í gjár, og so aftur á Tórsvølli í kvøld, segði ísraelski venjarin Willibald Ruttensteiner, sum er úr Eysturríki.

- Vit hava stóra virðing fyri tí, sum tit gera her í Føroyum. Hetta á Tórsvølli við landsliðnum, men eisini at menna føroyska fótbóltin sum heild, segði hann.

Ísrael spælir leygardagin á heimavølli ímóti Eysturríki, og á útivølli týsdagin ímóti Danmark. Men fyrst og fremst er fokus upp á dystin ímóti Føroyum, segði venjarin.

- Vit hava bara fokus uppá Føroyar, og mugu gera alt fyri at vinna. Frá tí at dysturin byrjar til síðsta bíksl, staðfesti Willibald Ruttensteiner.

Dysturin millum Føroyar og Ísrael verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45 í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder