Fótbóltur

Italia oddalið í bólki B

EM 2025: Mánadagin vórðu fyrstu dystirnir í bólki B á skránni. Spania og Frakland spældu javnleik, meðan Italia vann á Polandi.

Frá dystinum millum Poland og Italia á Tórsvølli í gjár (Mynd: FSF)

Frá dystinum millum Poland og Italia á Tórsvølli í gjár (Mynd: FSF)

2025-05-06 08:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum er komið væl í gongd. Sunnudagin vóru fyrstu dystirnir í bólki A á skránni, og mánadagin fóru londini í bólki B á vøllin.

Á Djúpumýru í Klaksvík endaði tað við javnleiki 1-1 millum Spania og Frakland, og á Tórsvølli vann Italia ein málríkan dyst móti Polandi. Úrslitið gjørdist 4-3 til Italia, sum var á odda 3-0 í hálvleikinum.

Í dag er hvíludagur, og síðani verður spælt aftur í morgin, mikudagin. Klokkan 15 møtast Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru, og klokkand 18 spæla Niðurlond og Noreg á Tórsvølli.

Komandi dystir:

Mikudagin kl. 15: Føroyar – Eysturríki á Djúpumýru
Mikudagin kl. 18: Niðurlond – Noreg á Tórsvølli

Hósdagin kl. 15: Italia – Frakland á Tórsvølli
Hósdagin kl. 18: Spania – Poland á Djúpumýru 

[object Object]
Frá dystinum millum Spania og Frakland á Djúpumýru í gjár (Mynd: FSF)

Fleiri myndir frá dystunum á heimasíðuni hjá FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder