Fótbóltur

Italskur dámur í Leirvík leygardagin

Stórfelagið Juventus skipar fyri einum fjepparadysti Uppi á Brekku klokkan 16 sum partur av teira átaki "Extreme fields". Ein fyrrverandi Juventus-spælari vitjar saman við fjepparum.

2025-05-02 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein heldur serstakur fótbóltsdystur verður spældur á eyðkenda fótbóltsvøllinum í Leirvík í morgin.

Vøllurin Uppi á Brekku hevur verið karmur um nógv ymiskt gjøgnum árini, men italska stórfelagið Juventus hevur ongantíð vitja áður.

Tað ger tað á ein hátt leygardagin 3. mai. Fjepparar hjá Juventus hava meldað seg til at fara til Føroyar at vitja og eisini spæla ein fjepparadyst, har nógv verður gjørt burturúr.

Vøllurin í Leirvík er valdur fyri millum annað sína serstaka staðseting við bergtakandi útsýni. Vitjanin her er partur av "Extreme fields" - eitt átak sum Juventus nýtir í sínari marknaðarførðslu. Fyrr í ár vóru Juventus-fjepparar, við millum annað, Edgar Davids á Maldivunum.

Við á ferðini til Føroyar er eisini Alessandro Matri, sum spældi við Juventus í árunum 2011-2013. Hann skeyt yvir 30 mál fyri Juventus og er eisini fyrrverandi italskur landsliðsspælari. Nú 40-ára gamli italiumaðurin spældi eisini fyri millum annað AC Milan, Cagliari og Lazio í Seria A.

Fjepparadysturin í morgin byrjar klokkan 16, og aftaná er høvi at heilsa uppá. 

Juventus-umboð hava prýtt kring vøllin í Leirvík. Til ber at síggja nakrar myndir á Eysturoyarportalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder