– Russiska innrásin í Ukraina er eitt greitt brot á altjóða lóg. Russiski ágangurin í Ukraina verður herdur, og undir hesum umstøðum kann tað ikki góðtakast at lata uppaftur fyri russiskari og hvítarussiskari luttøku í altjóð ítrótti.
Soleiðis siga norðurlendsku ítróttasambondini í felags yvirlýsing, nú tosað verður um at loyva íðkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi at luttaka í altjóða kappingum aftur.
Thomas Bach, forseti fyri altjóða olympisku nevndina (IOC) hevur m.a. skotið upp, at ítróttafólk úr Russlandi og Hvítarusslandi aftur skulu sleppa at luttaka í altjóða kappingum, og formaðurin í altjóða skísambandinum hevur síðani nevnt møguleikan um, at tey úr Russlandi og Hvítarusslandi kunnu kappast í skíðítrótti undir neutralum flaggi.
Men norðurlendsku ítróttasambondini siga greitt, at tey ikki halda nú vera rætta løtan at umhugsa hetta.
Tað var hósdagin og fríggjadagin, at øll tey norðurlendsku ítróttasambondini hittust til felags norðurlendskan ítróttafund í Oslo.
– Vit heita á olympisku og paralympisku rørsluna og øll altjóða ítróttasambond um framhaldandi at vísa samhuga við ukrainum, siga norðurlendsku sambondini, sum leggja afturat, at tey taka fult undir við at útihýsa íðkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi.
Yvirlýsingin er undirskrivað av umboðum úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Grønlandi, Álandi og Føroyum. Umboðini fyri Føroyar vóru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Itróttasambandi Føroya, og Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald