Í dag, 17. oktober 2022, fyllir Ítróttarfelagið Bragdið 75 ár.
Bragdið var stovnað 17. oktober 1947. Átta ungir fimleikarir úti í Bø í Tórshavn stovnaðu felagið. Allir vóru føddir í tíðarskeiðnum 1930-1933 og teir vóru: Heri Jensen, Magnus Dam Jacobsen, Simme Jacobsen, Palli Gregoriussen, Marner av Kák, Erling Simonsen (lítli), Hans Jacob Egholm og Egon Petersen.
Teir høvdu sæð ein film um Jessie Owens, ein lítlan amerikanskan ítróttarmann, sum vann fýra gullheiðursmerki í OL í Berlin í 1936. Filmurin kom til Føroya eftir kríggið og gav unglingunum íblástur at íðka frælsan ítrótt og at stovna felagið. Um sama mundið kom Martin Holm heim til Føroyar. Hann hevði lært til fimleikalærara og helt dreingjunum til. Martin Holm helt, at tað var eitt bragd, at nakrir unglingar høvdu fingið hetta í lag og harav kom navnið Bragdið.
Í gerðabókini hjá Bragdinum frá 1947-1954 stendur hetta, sum tað fyrsta:
– Tað var fríggjakvøldið t.17-10-1947 uppi í Fimleikarhøllini. Teir “gomlu” fingu harða ábreiðslu tí teir ikki høvdu so mikið sum eitt pláss har fólk kundu íðka ítrótt. Tí gjørdu vit, Magnus, Hans Jacob, Egon, Heri, Palli, Simme, Lítli og Marni, av at “hetta óskilið” ikki kundi ganga longur og fyrireika nú eitt fríítróttarfelag.
– Vit eru nú farnir undir at gera ein ítróttarvøll á trøðni hjá Chr. Jensen og vónandi verður hann “líka góður” sum hann í Gundadali” (Gerðabók 1947)
Tað vóru bara nakrir heilt fáir limir í Bragdinum í byrjanini. Allir dreingir, sum høvdu fylt 14 ár, kundu gerast limir. Í 1951 byrjaðu unglingarnir at byggja eini lítil hús við vøllin í Gundadali. Í 1954 datt felagið niðurfyri.
Tann 4. januar 1969 endurstovnaðu ítróttarlærarar Niels Nattestad (Natte) og Hilmar Joensen felagið. Mesta virksemi var tá úti á Frælsinum, men okkurt virksemi var eisini í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er ikki greitt, hvussu leingi felagið var virkið tá, áðrenn tað datt niður fyri aftur.
Í 1986 var felagið aftur endurstovnað. Hesa ferð vóru tað Niels Jákup Jakobsen, Absalon Hansen og Áki Hansen, sum saman við ÍSF tóku stigið. Tað vóru teir nýggju oyggjaleikirnir, sum tóku seg upp í 1985, sum vaktu áhugan fyri frælsa ítróttinum. Felagið hevur virkað støðugt síðani 1986.
Í 1998 keypti Bragdið ein part av gamla B36 húsinum við niðara vøll í Gundadali. Síðani 2021 hevur Bragdið hildið til í Ítróttarhúsinum við Tórsbreyt.
Bragdið hevur í dag ein stóran limaskara, sum telur børn, ung, vaksin og eldri. Felagið skipar fyri eini røð av kappingum og tiltøkum gjøgnum árið, m.a. flagdagsrenningini, kvinnurenningini, ólavsøkurenningini, Atlantic Airways Tórshavn Marathon, Top Run, umframt kappingum á breyt í ymsu greinunum innan frælsan ítrótt.
Í sambandi við føðingardagin skipar Bragdið fyri limatiltaki við renning av Tórsbreyt kl. 16.30 og lagkøku o.ø. aftaná í Ítróttarhúsinum við Tórsbreyt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald