Annað

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2024

Maria P. Nólsoy, Líggjas Joensen og Mia Højgaard eru tilnevnd.

2025-01-21 09:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2024 eru ungir úrmælingar innan hondbólt, svimjing og amboðs fimleik.

Hondbóltsúrmælingurin á A-landsliðnum hjá kvinnum, Maria Pálsdóttir Nólsoy, ungi og sera evnaríki svimjarin úr Klaksvík, Líggjas Joensen, og stórtalentið innan amboðsfimleikin, Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2024.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári.

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum sjey heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll, leygarkvøldið 1. februar 2024.

[object Object]

Maria Pálsdóttir Nólsoy 20 ár - Hondbóltur

Maria er hetta seinasta árið flutt úr barndómsfelagnum Neistanum til at verða yrkisleikari hjá HH Elite í Horsens í Danmark, sum spælir í bestu donsku deildini – ein av heimsins bestu deildum.

Maria hevur skrivað undir trý ára sáttmála, og hóast hon bara er 20 ára gomul, hevur hon fingið ein stóran leiklut á liðnum. Í landskappingini í heyst hevur Maria skotið 12 mál og gjørt 14 málgevandi sendingar í 9 dystum.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var somuleiðis við til at spæla Føroyar víðari til EM endaspælið hjá kvinnum, og hon hevði ein stóran leiklut í endaspælinum, tá ið Føroyar megnaði at vinna seg til eitt 17. pláss av 24 londum.

Maria hevur arbeitt hart og miðvíst fyri at koma langt í hondbólti, og hon hevur møguleika og evni at røkka høgum støði í altjóða hondbólti komandi árini.

Fyri sítt ágrýtni og sera góðu hondbóltsevni, verður Maria Pálsdóttir Nólsoy tilnevnd til heiðurin Ársins Stjørnuskot 2024.

[object Object]

Líggjas Joensen 16 ár - Svimjing

16 ára gamli Líggjas Joensen hevur havt einstandandi framgongd seinastu árini.

Líggjas hevur mestsum fast pláss á landsliðnum, og hann hevur havt úr at gera hetta seinasta árið.

Tilsamans 34 ferðadagar hevur hann verið burtur við landsliðnum, umframt minst líka nógvar við feløgunum – fyrst Ægir í Klaksvík og síðani Aalborg Svømmeklub, har hann hevur svomið síðani í summar.

Við góðum úrsliti var hann fyrst einsamallur føroyingur til HM á langgeil í Katar. Síðani var hann við til Danish Open í apríl, har hann vann fleiri gull, silvur og bronsur. Síðani var hann til NMU í Finnlandi í juni/juli, har hann vann tvær gull, eina silvur og eina bronsu. Í november/desember svam hann til NJM, har hann vann eina gull og tvær silvur - og at enda svam hann á stuttgeil til HM í desember, har hann fekk eitt 32. pláss, sum kvalifiserar til úrval á 2. stigi. Hartil koma heiðursmerkini, hann hevur vunnið til liðkappingar.

Líggjas eigur longu fleiri føroysk met og juniormet. Nú kappast hann um metini, sum Pál Joensen eigur, og hóast tað er ein trupul uppgáva, nærkast hann í hvørjum.

Hóast sín unga aldur hevur hann svomið seg til gullnál við stjørnu hjá SSF, sum er fyri besta avrik yvirhøvur, umframt hann hann rakk 800 AQUA-stig, sum eisini er ein sjáldsamur heiður. Føroyski svimjiheimurin valdi Líggjas til ársins mannliga svimjara í 2024, umframt at hann longu í 2022 varð valdur árins stjørnuskot innan svimjing.

Fyri síni framúr góðu evni og úrslit, verður Líggjas Joensen tilnevndur til Ársins stjørnuskot 2024.

[object Object]

Mia Højgaard 15 ár - Amboðsfimleikur

Mia Højgaard ein óvanliga góður amboðsfimleikari við heilt serligum evnum og imponerandi úrslitum. Bara 15 ára gomul hevur hon megnað at seta Føroyar á heimskortið innan amboðsfimleik fleiri ferðir hetta farna árið, tí hon hevur skarað framúr bæði í Føroyum og á altjóða stigi.

Í mars vóru boð eftir Miu, tá ið hon var boðin við á eitt danskt lið at luttaka í DM. Við Miu á liðnum gjørdust tær Danmarksmeistarar. Hetta vísir hennara dirvi og førleikar at kappast á hægsta støði, sjálvt móti eldri og væl royndari fimleikarum – og kortini skara framúr.

Í mai gjørdi hon bart í FM fyri kvinnuunglingar, tí hon vann gull í øllum fýra amboðunum og í allround. Mia var somuleiðis úttikin til smala danska landsliðshópin, sum tók lut í EM – bara 15 ára gomul – har hon ikki smæddist burtur í tí høga støðinum, sum eyðkennir altjóða fimleikakappingar.

Í november tók Mia lut í juniorkappingini um Danmarksmeistaraheitið, har hon prógvði, at hon er betri enn donsku íðkararnir, tí hon vann gull í allround, barr og liðkappingini – og silvur í gólv. Í november vann hon somuleiðis gull í liðkappingini í Føroyum.

Úrslitini farna árið prógva serstøku evnini, men tey prógva eisini, hvussu fjøltáttað og stinn Mia er innan øll fýra amboðini í fimleiki. Við sínum stóra ágrýtni, arbeiðssemi og nærlagni – samstundis sum hon altíð er fitt, fyrikomandi og niðri á jørðini - er Mia ein fyrimynd fyri aðrar ungar fimleikarar. Fyri síni framúr avrik, góðu evni og málrættaða arbeiði við fimleikinum verður Mia Højgaard tilnevnd til Ársins Stjørnuskot 2024.

***

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder