- Nú eru vit komin hartil, at vit halda, at rætta løtan er komin, skrivar Víkingur í fráboðan í kvøld.
Og tað er rætta løtan til at uppsiga samstarvsavtaluna við ÍF og B68 um felags lið í bestu kvinnudeildini.
Felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 endaði á fimta plássi í fjør við 19 stigum. Liðið spældi seg eisini í hálvfinaluna í steypakappingini, men megnaði ikki stóra trýstið frá KÍ.
Jacoba Langgaard og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, her í hálvfinalu fyri ÍVB. Tær eru báðar tvær úr Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)
- Víkingur hevur uppsagt samstarvsavtaluna við ÍF og B68 á kvinnusíðuni. Víkingur hevur verið saman við ÍF síðani 2014 og við B68 síðani 2019, stendur í fráboðanini.
- Tað er eingin loyna, at vit sum felag hava ynskt at hava okkara egna kvinnulið, men at finna ta røttu løtuna er torført.
- Vit fara sum felag at hyggja frameftir og fara at leggja dent á menningina av gentu- og kvinnusíðuni hjá Víkingi, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald