Fótbóltur

Jacob Bruun Larsen: Eg ynskti ikki at hava nummar 10

Fríggjakvøldið í dystinum móti Føroyum var fyrstu ferð, at ein leikari hjá danska landsliðnum spældi við nummar 10 á rygginum, síðan Christian Eriksen small um í summar, og tað eru summir fjepparar ónøgdir við, men tað slepst ikki uttan at brúka nummarið, sigur Kasper Hjulmand.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-14 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið hittust Danmark og Føroyar í Parkini, og megnaði Føroyar sum tað fyrsta liðið í hesari HM-undankappingini at fáa bóltin í netið hjá dønum. Dysturin endaði 3-1 til Danmark, men málið hjá Klæmint Andrasson Olsen fylti eisini nógv í donskum miðlum ta kvøldið.

Les eisini: - Eitt mál latið inn kann javnsetast við eitt tap

Nakað annað, sum danir hava bitið merki í í sambandi við dystin, og sum danskir fjepparar hava víst sína ónøgd við á sosialu miðlunum, er búnin hjá Jacob Bruun Larsen, sum varð skiftur inn í 57. minutti og skoraði seinna málið hjá Danmark seks minuttir seinni.

Jacob Bruun Larsen bar nummarið 10 í dystinum, sum var nummarið hjá Christian Eriksen, sum small um á vøllinum 12. juni í EM-dystinum millum Danmark og Finnland, og sum ikki hevur verið at sæð á danska landsliðnum síðani.

Dysturin millum Danmark og Føroyar var fyrstu ferð, at ein danskur landsliðsleikari var á vøllinum við nummar 10 á rygginum síðan í summar, og nógvir fjepparar vóru ónøgdir við, at Jacob Bruun Larsen spældi við hesum nummarinum, tí teir vildu vera við, at Eriksen eigur hetta nummarið.

Danski málskjúttin ger eisini greitt, at hann ikki ynskti at spæla sum nummar 10 av júst somu orsøk.

– Eg hevði sagt, at eg heldur vildi hava eitt annað nummar. Var tað upp til mín, hevði eg havt eitt annað nummar, sigur hann við TV2 Sport.

Fríggjadagin var tó ikki fyrstu ferð, at ein leikari í danska hópinum bar nummarið 10, men tað var tó fyrstu ferð, at nummar 10 var at síggja á vøllinum.

Kasper Hjulmand, venjari hjá danska manslandsliðnum, greiðir frá, at tað sambært reglunum ikki er møguligt at "friða" nummar 10, av tí at tølini 1-23 skulu vera í brúk í landsliðshópinum.

Hann ásannar, at nummarið 10 er nakað, sum hevur verið umrøtt á landsliðnum, men tað slepst ikki undan at brúka tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder