Fótbóltur

Jákup á Borg tekur yvir í B36

Jákup Martin Joensen hevur ikki longur ábyrgdina av fremsta liðnum hjá felagnum.

Jákup Martin Joensen (Savnsmynd)

Jákup Martin Joensen (Savnsmynd)

2026-07-13 19:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jákup Martin Joensen hevur í dag tikið avgerð um at takka fyri seg sum venjari hjá besta mansliðnum. Hesum boðar B36 frá í dagføring á Facebook. Samstundis verður boðað frá, at ítróttastjórin í felagnum tekur yvir sum høvuðsvenjari restina av kappingarárinum.

B36 skrivar, at Jákup Martin hevur biðið um at vera loystur úr starvi, tí hann heldur hetta vera rætta høvið, at spælarahópurin fær nýggjan íblástur.

- Spælararnir hava við stórum ágrýtni spælt seg í eina góða støðu, men samstundis sigur tað seg sjálvt, at úrslitini og avrikini ikki hava verið nøktandi seinastu tíðina. Tað er rætta avgerðin fyri bæði felagið, spælararnar og meg sjálvan, at Jákup nú tekur yvir, verður Jákup Martin Joensen endurgivin fyri at siga.

B36 liggur í løtuni á triðja plássi í Meistaradeildini aftan fyri NSÍ og KÍ, og beint framman fyri Víking og HB.

Jákup Martin Joensen hevur verið venjari síðan november 2024, og arbeiðssetningurin hevur verið at flyta B36 upp aftur í oddin í føroyskum fótbólti, meðan fleiri av ungu leikarunum í felagnum skuldu fáa møguleikan at vísa seg fram. Hetta hevur hilnast væl, staðfestir felagið.

[object Object]
Jákup á Borg, ið hevur virkað sum ítróttastjóri í B36 í eitt skifti, tekur nú yvir sum høvuðsvenjari tað, sum eftir er av hesum kappingarárinum (Savnsmynd)

B36 skrivar víðari:

Tað er við góðum áræði, at Jákup á Borg tekur við sum høvuðsvenjari restina av kappingarárinum. Sum ítróttastjóri er tað lætt at fara í hendan leiklutin restina av árinum, meðan nevndin so smátt fer undir arbeiðið at leggja kappingarárið 2027 tilrættis.

- B36 er sum hjartablóð, og hesa uppgávuna taki eg fegin á meg. Grundarlagið er gott, sum Jákup Martin og spælararnir hava bygt, og við stóru arbeiðsorkuni og potentialinum, sum er í hópinum, so eri eg sannførdur um, at vit fara inn í eitt spennandi tíðarskeið, sigur hann.

Hetta er aðruferð, at Jákup á Borg verður høvuðsvenjari í B36. Fyrru ferð var frá 2017 til 2020, tá menninir vunnu steypakappingina og stóðu seg væl í evropeiskum kappingum.

B36 takkar hjartaliga Jákup Martin Joensen fyri drúgvu tøkini, sum hann hevur tikið í B36-húsinum hesa tíðina og ynskir honum alt tað besta frameftir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder