2022-12-22 23:07
Jákup Martin Joensen, sum hevur verið venjari í EB/Streymi seinastu fýra kappingarárini, gevst.
EB/Streymur og Jákup Martin Joensen eru í dag komin ásamt um ikki at leingja sáttmálan, skrivar felagið í fráboðan.
- Avtalan, um ikki at leingja samstarvið, er gjørd í sátt og semju millum felagið og Jákup Martin, verður sagt.
Nevndin arbeiðir í løtuni við at fáa venjaraspurningin upp á pláss og vænandi kemur hetta í rætt lag í inniverandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald