2022-12-31 18:55
Jákup Martin Joensen verður hjálparvenjari hjá HB komandi kappingarár.
Hesum boðar HB frá á heimasíðuni í kvøld.
Hann hevur seinastu fýra árini verið høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, og tað hevur ljóðað í eina tíð, at hann var á veg til HB.
Umframt venjararoyndir hevur Jákup Martin Joensen drúgvar royndir sum spælari, og hevur spælt 112 dystir í bestu deildini.
Høvuðsvenjari hjá HB er Dalibor Savic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald