Í gjárkvøldið, áleið klokkan 20, eydnaðist tað Jákup Peturi Eliassen at røkka málinum, sum hann hevði sett sær: Jákup Petur súkklaði hæddina á heimsins størsta fjalli, Mt. Everest.
Hetta hugtakið verður nevnt Everesting. Tað snýr seg um at súkkla eina brekku so ofta, at til ein hevur súkklað 8.848 hæddarmetrar. – sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum og sama túri. Har er eingin tíðaravmarking, men tað er ikki loyvt at sova.
Video: Jákup Petur kemur á mál
Myndir: Jákup Petur Eliassen súkklar Everesting
Í gjár súkklaði Jákup Petur frá Auto Service og niðan á Kleynsvarða 42 ferðir, og tá hevði hann rokkið sínum máli. Í roynd og veru súkklaði hann 43 ferðir - eina ferð eyka fyri at stuðla Súna Lamhauge, sum manglaði at súkkla nakrar hæddarmetrar í fyri eisini at gera ein Everest.
Tórshavnar kommuna skrivar á Facebook-síðu sínari, at umleið 50 fólk nýttu høvið at súkkla teinin úr Krákugjógv og niðan á Kleynisvarða, Summi súkklaðu einaferð, onnur upp í 40 ferðir, og nógv fólk vóru komin saman fyri at stuðla súkklarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald