Enska Premier League felagið Everton hevur tryggja sær kolumbiska áleyparan James Rodriguea frá spanska felagnum Real Madrid.
James Rodrigues var tann heilt stóra upplivingin í HM-kappingini 2014, tá kolumbianarin gjørdist toppskorari fyri vælleikandi kolumbiska liðið.
Hetta førdi sáttmála við Real Madrid, men eftir eitt sera væleydnað kappingarár, gekk tað ikki James so væl eftir at Carlo Ancelotti varð koyrdur frá sum venjari.
Nú er Ancelotti venjari í Everton, sum hevur tryggjað sær ein tvey ára sáttmála við kolumbiska áleyparan.
James var í tvey kappingarár leigaður út til týska stórfelagið, Bayern München.
James Rodriguez kom til Real Madris fyri 75 milliónir evrur, umleið 550 milliónir danskar krónur. Onki er upplýst, hvat Everton nú letur fyri leikaran, men bretskir miðlar hava nevnt 22 milliónir pund, tað er umleið 180 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald