Jana Mittún spælir hetta kappingarárið afturat í H71, og síðani fer hon til Viborg HK í bestu donsku hondbóltsdeildini. H71 skrivar á heimasíðuni, at sáttmáli er gjørdur fyri eitt trý ára skeið.
– Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, sigur hon við heimasíðuna hjá H71.
– Eg fari fyrst og fremst til Danmarkar næsta summar fyri at spæla hondbólt fulla tíð. Um eg so annað ella triðja árið eisini fari at hugsa um onkra útbúgving, kemur tíðina at vísa, tí fyrst og fremst er tað hondbólturin, ið skal roynast, sigur Jana Mittún.
Hon sigur seg skilja á lagnum, at í Viborg er eitt gott umhvørvi uttan fyri hondbóltin, og at nógvir av spælarunum búgva í sama íbúðarblokki, har hon helst eisini fer at búgva, tá ið tann tíð kemur.
– Eg gangi høgt uppí, at tað sosiala er til staðar, tí tað havi eg brúk fyri. Skal eg siga fyri meg, so hevði eg ikki hildið tað verið so stuttligt bara at vant hondbólt og so annars bara at sitið heima, sigur 18 ára gamla Jana, ið varð kosin ársins spælari síðsta kappingarár, eftir at H71 hevði vunnið føroyameistaraheitið.
Jana er blivin fastur partur av føroyska landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Byggja nýtt lið upp
Sum sagt, hevur hon skrivað undir ein trý ára sáttmála, so næsta summar, tá ið vit eru komin út í hálvan juli ella har á leið, byrjar hennara nýggja yrkisleið.
– Tá eri eg eisini liðug á Glasir, har eg fyrst geri meg lidna við búskaparbreytina. Mær dámar væl at ganga í skúla og tími væl at gera bæði, men fyrst skal eg finna meg til rættis, tá ið eg komi til Viborg, sigur Jana, ið áður hevur verið eitt ár niðri á ítróttareftirskúla, so tað er ikki púra fremmant fyri hana at vera heimanifrá.
Onkur annar enn Viborg HK hevur eisini spurt seg fyri, men fyri Janu kendist jútska felagið sum ein góður møguleiki, tí tey eru í ferð við at byggja upp av nýggjum, eftir at onkrir av teimum heilt frægu spælarunum eru farnir víðari.
– Eg síggi tað avgjørt sum ein fyrimun at gerast partur av nøkrum, sum verður bygt upp, og í øllum førum eri eg sera spent at sleppa at royna meg sum hondbóltsspælari fulla tíð. Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald