HM-endaspælið er av fyri Føroyar, og føroyska heimasíðan Handballstatz hevur gjørt hagtølini hjá okkara kvinnum upp.
Tær hava staðið væl og talan er um eitt samanlagt sterkt kollektivt avrik.
![]()
Jana Mittún gjørdist ikki einans mest avgerðandi leikarin hjá Føroyum, men eisini ein av teimum týðandi í allari kappingini. Við 32 málum og 29 uppleggum liggur hon nummar eitt á listanum yvir samlað mál + upplegg eftir seks dystir.
Føroyski toppskjúttin gjørdist Pernille Brandenborg við 34 málum. Hon endar á einum deildum fjórða plássi á toppskjúttalistanum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Málverjarnar hjá Føroyum hava tilsamans 67 bjargingar og eitt samlað bjargingaprósent á 28,39.
(Mynd: Sverri Egholm)
--
Video: Yvirhálað á málstrikuni
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald