Trý føroyingafeløg eru við í Final Four í tveimum teimum fremstu evropeisku kappingunum.
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin eru aftur millum fýra tey bestu í bestu kappingini, Champions League.
Sí eisini: Champions League: Füchse Berlin er aftur í Final Four
THW Kiel er annað árið á rað í Final Four í European League, næststerkastu kappingini. Tað er ein møguleiki fyri, at Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir í hesum dystunum um 15-16 dagar.
Systkinabarnið Jana Mittún skal í morgin spæla hálvfinalu í European League hjá kvinnum.
Spælt verður móti týska Thüringer, sum vann kappingina í fjør. Har kann føroyski landsliðsprofilurin fáa stóran leiklut.
![]()
Jana Mittún skal royna royna seg í Final Four í evropeiskari kapping á fyrsta sinni (Mynd: Sverri Egholm)
Franska Dijon, sum er vertur fyri Final Four, er í hinari hálvfinaluni saman við ungarska MOL Esztergom.
Dysturin hjá Janu byrjar klokkan 14 føroyska tíð og sæst á Viaplay.
Liðini, sum vinna í morgin, spæla finalu í European League sunnudagin. Hini spæla bronsudyst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald