Klokkan 15:30 trína Jana Mittún og Viborg á vøllin í Jyske Bank Arena í Odense, har spælt verður í sonevnda Final4 í steypakappingini.
Og tað verður ein trupul uppgáva hjá Viborg, tí mótstøðuliðið í hálvfinaluni, er Team Esbjerg. Spælt verður um at koma í finaluna, sum verður spæld í morgin.
Team Esbjerg, við heimsins besta kvinnuliga hondbóltsspælara Henny Reistad á liðnum, hevur vunnið steypakappingina fýra ár á rað og er eisini favorittur at vinna í ár.
Í hinari hálvfinaluni hittast Odense Håndbold og liðið hjá føroyska kvinnulandsliðsvenjaranum, Claus Mogensen, Ikast Håndbold.
TV2 Sport vísir dystirnar.
Viborg HK - Team Esbjerg kl. 16:30
Odense Håndbold - Ikast Håndbold kl. 19:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald