Seinasta umfar undan landsliðssteðginum hevur verið í Kvindeligaen um vikuskifti. Hetta var samstundis fjórðseinasta umfar í grundspælinum.
Kappingin um tey seinastu plássini í ovara grundspælinum er rímiliga tøtt, og í gjár vunnu tvey feløg við føroyskum landsliðsspælarum týðandi sigrar, í mun til at tryggja sær pláss í topp-8.
Pernille Brandenborg og København Håndbold tóku í gjár ímóti Ringkøbing, sum er á 9. plássi. Trý stig skiltu liðini undan umfarinum, og tískil var tað týdningarmikið fyri Pernille og tær at fáa tvey stig. Tað endaði 39-29, og føroyski strikuspælarin skoraði tvey mál.
København er nú á 6. plássi. Rakul Wardum, ið er annar av landsliðsmálverjunum hjá Føroyum, spældi ikki nakran leiklut fyri Ringkøbing í gjár.
Pernille Brandenborg og aðrar takka føroysku áskoðarunum eftir ein landsdyst á Hálsi. Føroyar spæla í Luksmborg mikukvøldið og á heimavølli sunnudagin - um eina viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jana Mittún hevur stóran leiklut í álopsspælinum hjá Viborg í løtum. Á útivølli ímóti Bjerringbro í gjár skoraði Jana trý mál og legði upp til trý afturat.
20-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur trý-ára sáttmála við jútska felagið og heldur fram við sínari menning. Hon kann eisini fegnast um tvey trygg stig í gjár. Viborg vann 30-25 og liggur á 5. plássi.
Eins og København Håndbold, hevur Viborg 22 stig og liggur í løtuni til at spæla í endaspælinum - um stuttligu plássini.
Støðan (mynd: hbold.dk)
Súna Krossteig Hansen og Ajax København spældu í dag í Skanderborg. Tað var ikki so langt frá, at liðið fekk sítt fyrsta stig í ár: Skanderborg hevði eina rímiliga greiða leiðslu, men Ajax át seg inn móti endanum av dystinum. Munurin kom á minus eitt, men tað endaði 30-28. Súna skoraði trý mál í dag.
22 dystir og einki stig - tað er nú at siga 100 prosent vist, at Ajax spælir í næstbestu deildini eftir summarsteðgin. Hetta hevur tó verið meira ella minni greitt í fleiri vikur.
Súna K. Hansen, Jana Mittún og Pernille Brandenborg skulu næstu vikuna hugsavna seg um Føroyar. Spælt verður í Luksemborg mikukvøldið 17.45. og í høllini á Hálsi næsta sunnudag klokkan 17. Tað snýr seg um at fáa minst trý stig í hesum dystunum fyri at liggja í spenanndi støðu í EM-undankappingarbólkinum áðrenn tey bæði seinastu umførino fyrst í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald