Fótbóltur

Jasper Van Der Heyden til 07 Vestur

Belgiarin kom til AB í 2020, men leikti kappingaríð í fjør við KÍ.

2021-12-31 00:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jasper Van Der Heyden hevur undirskrivað við 07 Vestur og skal styrkja um hópin hjá Magnus Powell, ið hevur høg mál til komandi kappingina, eftir 6. plássi í ár. Jasper flytir beinanvegin vestur úr KÍ, og fær væntandi ein týðandi leiklut framyvir, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.

26-ára gamli belgiarin kom annars til upprunaliga til AB úr Thrótti í Íslandi í fjør. Tað eyðnaðist ikki AB at vera verandi í deildini so Jasper, sum, hóast hetta, hevði havt eitt gott kappingarár, flutti til klaksvíkar. Á Argjum fekk hann 26 dystir og skoraði 3 mál, og, á besta liðinum hjá, KÍ, 14 dystir og 5 mál, umframt nakrar dystir í 1. deild.

Álopskendi miðvallarin er, sum sagt, úr Belgia, har hann ungdómsárini leikti í Lierse SK áðrenn hann royndi seg í ymsum feløgum. Tíðliga í 2018 flutti hann so til Thrótt í Íslandi haðani hann kom til Føroyar til kappingarárið 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder