Enn ein ungur føroyskur hondbóltsspælari skal royna seg í Íslandi. Talan er um Joan Rúnadóttir Johannesen, sum fer úr Kyndli til KA/Þór á Akureyri.
Hetta er sama felag, sum javngamli strikuspælarin, Agatha Djurhuus, skiftir til.
Sí eisini: Agatha Djurhuus skal royna seg á Akureyri
19-ára gamla Joan Johannesen hevur gjørt vart við seg á ungdómslandsliðnum og sum fastur og tryggur høgri vongur hjá Kyndli seinastu kappingarárini.
Hon hevur eisini vant við A-landsliðnum fleiri ferðir, og roynir unga havnarkvinnan at banka uppá har.
![]()
Joan Johannesen sum dagsins spælari í einum av EM-dystunum hjá U19-kvinnunum í fjør (Mynd: EHF/Kolektiff)
Joan til A-landsliðsvenjing í mars - saman við javngomlu Silju Geirsdóttir Eystberg (Mynd: Sverri Egholm)
KA/Þór endaði á 6. plássi í íslendska grundspælinum og er eitt felag, har Joan Johannesen kann menna seg væl víðari. Um sín nýggja spælar skrivar felagið millum annað.
- Joan er ein spennandi lámur 19-ára gamal spælari, sum hevur staðið seg ógvuliga við Kyndli og á ungdómslandsliðnum, og bankar hon. Eisini hevur Joan vunnið bæði steypakappingini og føroyameistaraheiti.
- Vit eru ógvuliga fegin um at hava Joan her og fylgja framgogdini hjá hennu og Agathu; sum tey flestu vita, hevur framgongdin verið stór í føroyskum hondbólti seinastu árini.
Sum skilst eru StÍF'arin og U21 HM-bronsuvinnarin, Trúgvi Hávardsson, eisini á veg til íslendskan hondbólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald