Fótbóltur

Jóan Símun Edmundsson fekk góða byrjan í Týsklandi

Fyrsta umfar í 2. Bundesliga verður leikt hetta vikuskifti, og toftamaðurin í Arminia Bielefeld sló til í dag.

2018-08-05 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar skifti 27-ára gamli Jóan Símun Edmundsson úr OB til Arminia Bielefeld. Liðið ið spælir í næstbestu deildini í Týsklandi spældi sín fyrsta dyst í landskappingini í dag, og har sló føroyingurin til.

Bielfeld var á útilvølli móti Heidenheim. Heimaliðið legði seg á odda í 44. minutti, men minuttin seinni javnaði Jóan Símun. Tað var harvið 1-1 í hálvleikinum, og tað endaði eisini 1-1. 

Harvið hevur Jóan Símun Edmundsson gjørt vart við seg frá byrjan í týskum fótbólti.  

Næsti dysturin hjá Jóan Símun og liðfeløgunum er á heimavølli móti Dynamo Dresden leygardagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder