
Tá A-landsliðið varð úttikið mánadagin, gjørdi Håkan Ericson greitt, at Jóan Símun Edmundsson ikki metti seg verða tøkan hesaferð, og 29-ára gamli toftamaðurin verður harvið ikki við til komandi Nations League-dystirnar móti Malta og Andorra.
Hann er við at koma fyri sær, eftir at knæðið hevur darvað hann leingi, og nú er fokus á, at álopskendi leikarin verður til reiðar til komandi kappingarár, har hann verður fyrsti føroyingur í bestu týsku deildini.
Í gjár spældi Arminia Bielefeld í Stuttgart móti liðnum, sum eisini flutti upp í Bundesligaini. Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni á miðvøllinum og spældi fyrra hálvleik.
Dysturin endaði 2-0 til Stuttgart. Bundesligain byrjar fríggjadagin 18. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald