Fótbóltur

Jóan Símun hevur givið avboð til landsdystirnar

27-ára gamli toftamaðurin er ikki tøkur til dystirnar í Aserbadjan og á Malta orsaka av einari blóðsamling í knænum. Nýggjur maður kemur inn ístaðin.

Jóan Símun Edmundsson fekk ein slag í knæði í  dystinum hjá Bielefeld í gjár og er tí ikki tøkur til landsdystirnar
(Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson fekk ein slag í knæði í dystinum hjá Bielefeld í gjár og er tí ikki tøkur til landsdystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-12 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældi Jóan Símun Edmundsson allar 90 minuttirnar í 1-1 javnleikinum hjá  Arminia Bielefeld móti Inglostadt. Toftamaðurin legði upp til útjavnandi málið hjá sínum liðið, men fekk ein skaða sum ger, at hann ikki kann spæla við føroyska landsliðnum í komandi Nations League dystunum. Hetta skrivar in.fo

Hjálparvenjarin á føroyska landsliðnum, Jóannes Jacobsen sigur við portal.fo, at Jóan Símun fekk eitt spark inn á knæðið, og at talan er um eina blóðsamling. 

- Hetta er ikki ein álvarsamur skaði, men hann merkir, at Jóan Símun ikki kann spæla komandi vikuna. Hann er ein týdningarmikil leikari fyri okkum, men hetta merkir so, at aðrir sleppa at royna seg.

Jóannes váttar, at ein avloysari kemur inn ístaðin fyri Jóan Símun Edmundsson. Tað er ikki vist enn, hvør tað er, men um talan verður um ein álopskendan leikara, er tað sannlíkt, at Meinhard E. Olsen úr B36 verður innkallaður. Kantspælarin hevur havt eitt sera gott kappingarár í B36 og hevur gjørt tað sera væl í farnu undankapping fyri U21. Meinhard er ikki beinleiðis áleypari, men um hugt verður eftir, hvør hevur vant við seinastu vikurnar, so er hann eitt gott boð, tí hann er so at siga tann einasti av teimum, ið ikki vórðu úttiknir, ið kann røkja álopskendi plássini.

Jóan Símun Edmundsson hevur í fleiri ár verið ein umráðandi partur av landsliðnum. 27-ára gamli áleyparin hevur leikt 50 dystir fyri A-landsliðið og skorað 6 mál.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder