Fótbóltur

Jóannes Bjartalíð loksins aftur í dysti

Føroyingurin spældi í kvøld sínar fyrstu minuttir fyri Fredrikstad síðani steypafinaluna 7. desember 2024..

Jóannes eftir málið í brotssparkkskappingini í steypafinalusigrinum á Molde í fjør. Sìðani hevur hann ikki spælt dyst vegna skaða

Jóannes eftir málið í brotssparkkskappingini í steypafinalusigrinum á Molde í fjør. Sìðani hevur hann ikki spælt dyst vegna skaða

2025-07-05 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki ein dystur, sum fer at standa sterkt í søgubókunum, men Vålarenga - Fredrikstad 5. juli 2025 gjørdist týðandi fyri Jóannes Bjartalíð.

Klaksvíkingurin gjørdist í 2023 besti spælari í næstbestu norsku deildini, tá Fredrikstad flutti upp. Síðani hevur Jóannes verið nógv darvaður av skaðum - so mikið nógv at hann undan uppgerðini í Oslo í kvøld ikki hevði spælt nakran fótbóltsdyst í 2025.

Jóannes Bjartalíð kom inn, tá tíggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá støðan var 1-1. Tað endaði eisini 1-1 á Intility leikvøllinum í norska høvðsstaðnum.

Tað var ein heldur rørdur Jóannes, sum sást eftir dystin. Klaksvíkingurin, sum fyllur 29 ár í næstu viku, hevur havt trupulleikar við øklinum og fótinum í 2025. 

[object Object]
Jóannes eftir mál hansara móti Armenia í oktober fjør - hann hevur heldur ikki verið tøkur fyri A-landsliðið higartil í ár (Mynd: Andrei Antal)

Nú fekk hann spælitíð aftur í fremstu norsku deildini. Vónandi verður talan um fleiri dystir fyri Fredrikstad næstu tíðina. Sum norskur steypavinnari skal liðið spæla Europa League seinni í summar - Jóannes og teir koma inn í kappingina í triðja undanumfarinum.

Føroyski landsliðsspælarin var við at skjóta Fredrikstad í Evropa við máli í brotssparkskappingini í finaluni móti Molde, har Brandur Hendriksson Olsen eisini skoraði. Steypafinalan í Oslo 7. desember 2024 var fram til í dag seinasti skrásetti dystur hjá Jóannes Bjartalíð.

Hann verður helst aftur á landsliðnum seinni í ár, um alt gongst væl.

Tað gongst ikki so væl hjá Fredrikstad í løtuni. Liðið hevur ikki vunnið ein dyst síðani 16. mai. Fredrikstad er á 7. plássi í Eliteseriuni, sum telur 16 lið. Næsta uppgáva er Molde - leygardagin um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder