Fótbóltur

Jóannes Bjartalíð longt við KÍ

Sáttmálin við KÍ er nú galdandi til 2022.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-03 21:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jóannes Bjartalíð er glóðheitur. So heitur, at barndómsfelagið í kvøld hevur longt sáttmálan við 23 ára gamla málrevin.

Tað skrivar heimasíðan hjá Norðlýsinum í kvøld.

Jóannes Bjartalið hevur síðani hann kom á liðið í 2015 spælt allar landskappingardystirnar fyri KÍ uttan tveir.

Í fjør varð hann valdur til ársins leikara, og hevði týðandi leiklut í FM-heitinum.

Hann liggur ovast á máltindinum saman við Adriani Justinussen úr HB við seks málum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder