
Jóhan á Plógv Hansen hevði ein frálíkan dag, tá hansara felag leikti í Champions League í dag. 24-ára gamli havnarmaðurin var sera tryggur av vinstra vongi, og hann fekk bóltin í málið 14 ferðir.
Bjerringbro-Silkeborg tók ímóti Chekhovskie Medvedi í Jútlandi. Heimaliðið var greiður favorittur, og vann eisini 39-28 eftir hálvleiksstøðuna 21-16. Hetta var fyrsti dysturin hjá Jóhan og liðfeløgunum í bólkaspælinum í ár.
Jóhan byrjaði sera væl. Hann var ísakaldur, og skoraði sjey mál uppá síni fyrstu sjey skot. Tá var eitt korter leikt. Jóhan skoraði ymisk sløg av málum, og hann stegðaði ikki beinleiðis upp sum dysturin leið.
Føroyingurin gjørdi harvið av álvara um seg í størstu evropeisku kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald