Jóhan á Plógv Hansen til Flensburg-Handewitt næsta ár

Høgri vongurin skal spæla fyri týska stórfelagið, har 27-ára gamli havnarmaðurin, eins og á danska landsliðnum, verður avloysarin hjá Lasse Svan. Jóhan á Plógv hevur undirskrivað ein trý-ára sáttmála, ið er galdandi frá juni 2022.

Jóhan á Plógv Hansen byrjaði sína hondbóltsleið í Høllini á Hálsi, har hann her spælir venjingardyst móti føroyska A-landsliðnum við Bjerringbro-Silkeborg, ið er felagið, har vongurin veruliga staðfest seg í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv Hansen byrjaði sína hondbóltsleið í Høllini á Hálsi, har hann her spælir venjingardyst móti føroyska A-landsliðnum við Bjerringbro-Silkeborg, ið er felagið, har vongurin veruliga staðfest seg í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-14 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 6. september boðaði Lasse Svan frá, at hann við kappingarlok støðgar sína yrkisleið. Nú 38-ára gamli høgri vongurin hevur vunnið alt, sum vinnast kann, síðani hann kom til Flensburg í 2008, og tað hevur hann eisini á danska landsliðnum. har Svan er nummar fimm á listanum yvir teir við flest landsdystum.

Seinastu árini hevur Jóhan á Plógv Hansen kappast við sera roynda Hans Lindberg um at vera næsti maður aftanfyri Svan. Tí kappingina tykist Jóhan at hava vunnið, og nú er lagt upp til, at hann skjótt fer at taka yvir sum fyrsta val á høgra vongi hjá heimsmeistarunum.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen hevur seinastu tvey árini verið meira ella minni fastur í danska landsliðshópinum

Síðani Svan kunngjørdi, at hann fór at støðga, hava gitingar verið um, hvørs Jóhan á Plógv ikki verður nýggjur maður í Flensburg-Handewitt, og nú hevur felagið váttað hetta á heimasíðu sínari: Jóhan á Plógv Hansen kemur eftir hetta kappingarárið til stórfelagið úr TSV Hannover-Burgdorf, har hann í løtuni er í gongd við sítt kappingarár nummar tvey

Føroyingurin hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við felagið, sum síðani 2003 hevur vunnið trý týsk meistaraheiti, tríggjar styepakappingar og Champions League eina ferð. Felagið úr Norðurtýsklandi er endað í topp-trý í Bundesliguni á hvørjum ári, um vit hyggja eftir teimum seinastu tíggju. Flensburg-Handewitt hevur síðani stovnanina fyri 30 árum síðai havt nógvar stórspælarar í hópinum - serliga skandinaviskar.

Fegnast um at hava funnið avloysaran

Á sg-flensburg.handewitt.de verður millum annað skrivað um Jóhan, at hann spældi í Kyndli frá hann var fýra, til hann var 16, tá leiðin gekk til akademii í Skanderborg í Danmark. Nevnt verður, at "føroyingurin, ið spælir á danska landsliðnum" skeyt heili 146 mál fyri Hannover-Burgdorf í sínum fyrsta kappingarári í Týsklandi í fjør, og at hann er tvífaldur heimsmeistari og OL-silvurvinnari.

Talan er um leikara, ið Flensburg-Handewitt hevur fylgt í eina tíð: 

- Hetta er ein av bestu leikarunum á sínum plássi og ein góður avloysara fyri Lasse Svan. Tað er ein leikari, ið vit hava fylgt í longri tíð, á, sigur venjarin Maik Machulla.

- Við hansara teknisku og mentalu styrkum verður hann ein fongur fyri okkum, og vit fegnast um at hava fingið fatur á honum, sigur ítróttarstjórin Dierk Schmäschke, ið leggur afturat, at hann hóskar væl inn í siðvenjuni við donskum landsliðsleikarum á vongplássunum (Umframt Lasse Svan, hava millum annað Christian Hjermind, Anders Eggert og Lars Christiansen umboðað felagið. red)

Fyri Jóhan er talan um ein dreym og eitt ynski, ið gerst til veruleika, og hann gleðir seg at spæla frammanfyri áskoðarunum í Flensburg, sigur hann við heimasíðuna.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder