Hondbóltur

Jóhan á Plógv stuðlar landsliðnum við 10.000 krónum

Vil hjálpa at menna føroyskan hondbólt.

Jóhan á Plógv (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-04 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað legst afturat við fólki og fyritøkum sum vilja luttaka í innsavnanini til Hondbóltssambandi til landsliðsarbeiði. Ætlanin er at savna eina millión.

Jóhan á Plógv Hansen sum annars spælir við danska A-landsliðnum, boðar í kvøld frá, at hann stuðlar føroyska A-landsliðnum og HSF við 10.000 krónum. Sostatt kemur samlaða upphæddin nú upp á 170.000 krónur.

- Ítróttarfólk eru sera góðir ambassadørar fyri Føroyar, og hava sett Føroyar á heimskortið innan m.a. rógving, svimjing, fótbólt, para-sport og eisini hondbólt. 

- Tí er tað eisini ein sjálvfylgja, at almennu Føroyar og privatir sponsorar stuðla føroyskum hondbóltið, sum er í rúkandi menning í løtuni, hóast fíggjarligu umstøðurnar hjá A-landsliðnum eru eitt sindur óhepnar. 

- Leikarar frá bæði U-17 og U-21 hava víst á framúr góð altjóða úrslit, og standa á gáttini til at sleppa at spæla við A-landsliðnum á hægsta altjóða støði - ein møguleiki sum ikki var til staðar tá eg fyri fáum árum síðani valdi at gerast yrkishondbóltsleikari burturav.

- Eg vil fegin hjálpa til at menna føroyskan hondbólt, sigur Jóhan á Plógv Hansen sum fyri tveimum vikum síðani hevði hondbóltsskúlan JPH Camp fyri U-10 til U-16 árgangirnar í høllini á Hálsi.

Fyritøkur, sum higartil hava sagt, at tær vilja stuðla eru hesar:
Fishfacts
Thor
Portal.fo
Sandoy Seafood
KBI
Wenzel
62n
Vónin   
P/F Frost
Fønix
P/F Waag
Elding
Kjølur
Kjølbro Heilsøla
Kemilux
Sólorka
Jóhan á Plógv Hansen, hondbóltsspælari

Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected], so dagføra vit listan.

(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder