Klokkan 16 leygardagin spæla Víkingur og HB finaluna í kappingini um Løgmanssteypið.
Liðini vunnu seg í finaluna við sigrum farna vikuskifti, og nú er greitt, hvat tað triðja toymi í finaluni verður.
– Hetta er størsti dysturin á árinum, so tað er einki at ivast í, at eg eri spentur til uppgávuna, men samstundis eri eg eisini eyðmjúkur um møguleikan
Hetta sigur Jóhan Hendrik Ellefsen við heimasíðuna hjá FSF. 33-ára gamli dómarin starvast til dagliga sum kommunustjóri í Vága kommunu, og hevur seinastu árini dømt í Betrideildini. Sambært Faroesoccer hevur Jóhan Hendrik dømt 16 dystir í Betrideildini og ein dyst í kappingini um Løgmanssteypið í ár. Í teimum hevur miðvingurin givið 98 gul kort og tvey reyð.
Afturat sær á síðulinjunum fer Jóhan Hendrik Ellefsen at hava Andrew Christiansen og Jan Andersen sum hjálpardómarar og Rúni Gaardbo sum 4. dómara. Dómaraeygleiðari verður Jón Kári í Brekkuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald