Fótbóltur

Jóhan Hendrik Ellefsen nýggjur FIFA-dómari

Miðvingurin, ið er útbúgvin løgfrøðingur, hevur dømt í yvir tíggju ár og avloysir Alex Troleis. 33-ára gamli Jørleif Djurhuus av Morskranesi er nýggjur føroyskur FIFA-hjálpardómari, og nú eru á fyrsta sinni fýra í tali.

35 ára gamli Jóhan Hendrik Ellefsen verður føroyskur FIFA-dómari saman við Kára Jóanessarson á Høvdanum (Mynd: Sverri Egholm)

35 ára gamli Jóhan Hendrik Ellefsen verður føroyskur FIFA-dómari saman við Kára Jóanessarson á Høvdanum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-14 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta verður heilt avgjørt ein spennandi avbjóðing, og eg eri eisini glaður fyri at hava fingið hendan møguleikan. Nú ræður um at gera tað so væl sum tilber, og málið er sjálvandi at vera eitt gott umboð fyri Føroyar úti í heimi.

Hetta sigur nýggi føroyski FIFA dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, við heimasíðuna hjá FSF. Fótbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, at miðvingurin avloysir Alex Troleis sum føroyskur FIFA-dómari.

- Seinastu árini hava Kári á Høvdanum og Alex Troleis umboðað Føroyar sum FIFA dómarar. Men frá 1. januar 2023 verða tað Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen, ið skulu umboða Føroyar í altjóða høpi.

35 ára gamli miðvingurin, ið er útbúgvin løgfrøðingur, byrjaði av álvara at døma í 2011, tá hann var í Keypmannahavn í lestrarørindum. Tvey ár seinni, tá Jóhan Hendrik var heima á klettunum í praktik, dømdi hann sínar fyrstu dystir í føroysku kappingini, og síðan 2017 hevur hann verið dómari í fremstu deildini hjá monnum. Talan er tískil um ein royndan dómara, ið nú er vorðin FIFA dómari.

– Mær hevur altíð dámt væl at dømt, og havi altíð sæð tað sum ein sera týdningarmiklan part av spælinum. Eg havi tískil altíð tikið uppgávuna í størsta álvara, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen.

Jørleif verður fjórði hjálpardómarin

Fótbóltssambandið skrivar eisini, at umframt at hava fingið ein nýggjan FIFA dómara, hava Føroyar eisini fingið ein nýggjan FIFA hjálpardómara.

Talan er um Jørleif Djurhuus av Morskranesi. Hann hevur verið linjuverji í tíggju ár, og bestu føroysku mansdeildini í sjey ár, umframt at Jørleif hevur havt fleiri evropeiskar dystir.

Hetta merkir, at fyri fyrstu ferð hava Føroyar fýra altjóða hjálpardómarar. Hinir tríggir eru Andrew Christiansen, Dan Højgaard og Jan Hermansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder