Annað

Johan og OG vunnu 104 milliónir í Dota 2

Johan Sundstein er nú mest vinnandi e-sportsstjørna í heiminum.

2019-08-25 14:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Tað er ringt at trúgva, segði føroyski Johan Sundstein, eisini kendur sum "N0tail", eftir at hann saman við liði sínum OG hevði vunnið altjóða kappingina í Dota 2, The International, 2. árið á rað.

Fyri løtu síðani vann OG til samans 15,5 milliónir dollarar, ið svarar til 104,4 milliónir krónur, í finaluni móti Team Liquid. Úrslitið gjørdist 3-1 til OG.

The International er størsta e-sportskappingin í mun til peningavinningar. Í ár er samlaða upphæddin, sum verður latin, gott 230 milliónir krónur, sum er størsta upphæddin fyri eina e-sportskapping nakrantíð.

Sambært TV2 er Johan Sundstein nú mest vinnandi e-sportsstjørnan í heiminum. Áðrenn sigurin í dag hevði hann vunnið 5,4 milliónir dollarar, ið svarar til meira enn 36 milliónir í okkara krónum.

Men nú hevur Johan vunnið gott 21 milliónir krónur afturat, og er hann sostatt mest vinnandi e-sportsstjørnan í heiminum.

Ársins kapping var í Shanghai í Kina, men næsta ár verður hon hildin í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder