Fótbóltur

Jóhan Petur avloysir Eyðun við róðrið í Sarpugerði

Víkingur hevur júst boðað frá, at venjaraskifti er farið fram. 34-ára gamli Jóhan Petur Poulsen, ið seinastu árini hevur staðið á odda fyri næstbesta liðnum hjá Víkingi, skal nú standa á odda í tilgongdini at fremja eitt ættarliðsskifti.

Eyðun Klakstein stóða á odda fyri Víkingi í 19 dystum. Úrtøkan varð 11 sigrar (ein í steypakappingini), tveir javnleikir og seks tap (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eyðun Klakstein stóða á odda fyri Víkingi í 19 dystum. Úrtøkan varð 11 sigrar (ein í steypakappingini), tveir javnleikir og seks tap (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-01 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var í gongd við sítt sætta ár sum venjari hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi og var høvuðsungdómsvenjari. Nú er greitt, at hetta støðgar, og at Jóhan Petur Poulsen ístaðin skal standa á odda fyri besta liðnum hjá Víkingi.

Felagið boðar í kvøld frá, at venjaraskifti er farið fram. Eyðun Klakstein tók í vetur yvir og skuldi royna at leiða Víking til evropeiskan fótbólt aftur, men eftir at Víkingur hevur spælt tveir triðingar av kappingini hevur liðið 32 stig og er harvið fimm stig frá møguligum evropeiskum plássi. Har skal leggjast afturat at B36, sum er fimm stig frammanfyri.

Víkingur hevur mist ov nógv stig ímóti niðaru liðunum og hevur ikki megna at staðið nóg væl ímóti liðunum, ið eru omanfyri, hóast bæði NSÍ og B36 hava tapt í Sarpugerði í ár. Hetta kostar nú, men tað er eisini greitt, at tað er manglandi ferðin í tilgongdini við at fremja eitt ættarliðskifti, ið hevur fingið leiðsluna í felagnum at tikið avgerð um at støðga samstarvinum við 47-ára klaksvíkingin summ annars hevði ein tvey-ára sáttmála:

- Seinnu árini hevur eitt ættarliðsskifti verið ávegis í Víkingi. Leiðslan í felagnum ynskir nú, at tað skal meira ferð á hesa tilgongd, har ungir leikarar fáa størri leiklut á besta liði felagsins.

[object Object]Jóhan Petur Poulsen saman við Brandi Jacobsen, formanni í Víkingi (Mynd: Vìkingur)

Til at standa á odda fyri hesari uppgávuni, hevur Víkingur valt 34-ára gamla toftamannin Jóhan Petur Poulsen. Hann spældi næstan 150 dystir fyri besta liðið hjá B68, men álvarasamur skaði gjørdi, at Jóhan Petur noyddist at gevast tíðliga. Ístaðin fór hann í gongd við venjarayrki. Nærlagdi venjarin var fyrst venjari í barndómsfelagnum men hevur av álvara gjørt um seg í Víkingi seinastu árini. Síðani 2015 hevur Jóhan Petur Poulsen staðið á odda fyri næstbesta liðnum hjá Víkingi. Í 2017 og í fjør endaði liðið á 2. plássi, og í løtuni er Vìkingur oddalið í deildini við 35 stigum fyri 16 dystir. Seinastu tíðina hevur Jóhan Petur eisini virkað sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum

- Hann skal ganga á odda fyri tí tilgongd, sum vit nú fara undir. Hóast ungur og ongar royndir sum venjari í bestu deildini, so er Jóhan Petur eitt vælkent andlit í okkara felagi

Víkingur ynskir at takka Eyðuni Klakstein fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta víðari men skrivar einki meira um hetta, uttan at felagið ikki hevur fleiri viðmerkingar til venjaraskiftið. Víkingur hevur vunnið tríggjar sínar seinastu dystir - allir við úrslitinum 2-1 og allir á útivølli. Liðið er framvegis við í steypakappingini. Um liðið úr Eysturkommunu vinnur hana, so er eitt Europa League-pláss tryggjað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder