2020-11-18 16:21
Alt kappingarárið hevur ein tippikapping koyrt á appini hjá Sona, har møguleiki hevur verið fyri at tippa hvønn dyst hjá Betri monnum.
Stig verður givið fyri hvønn rættan dyst, og Jóhan Thomsen úr Klaksvík fekk 107 stig útav 135 møguligum. Harvið gjørdist hann Føroya Besti Tippari 2020.
Jóhan vann eina ferð frá Fonn Flog til New York við virði á 25.000 krónur. Hann greiður frá, at tað sum liggur aftanfyri er, at hann hevur verið taktiskur í sínum tippum, og at hann hevur fylgt væl við og gjørt sítt kanningararbeiði viðvíkjandi skaðum, leikbannum og formi hjá leikarum og liðum.
Í fjør var tað eisini ein klaksvíkingur, Eyðstin Poulsen, ið vann. Hann fekk 102 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald