
- Fyri at vinna á Fram skulu vit standa eins væl í verjuni, sum vit gjørdu í serliga seinna hálvleiki móti ÍBV. Somuleiðis skulu málmennirnir hjá okkum standa ein góðan dyst og vit skulu ikki gera ov nógv mistøk í álopinum, ið kosta skjót-álopsmál ímóti okkum.
Hetta var uppskriftin, sum Jóhannes Bjørgvin gav Portalinum í gjár, tá vit spurdu 24-ára gama føroyingin í Stjarnuni um, hvat teir skulu gera rætt fyri at vinna íslendsku steypafinaluni seinnapartin.
Les eisini: - Tað merkir nógv fyri felagið at spæla steypafinalu
Hon verður í Laugardalshøllini í Reykjavík klokkan 16 (íslendska og føroyska tíð). Jóhannes gleðir seg nógv til stemningin. Hann vann steypafinaluna við VÍF í fjør, fór til Íslands at royna seg síðsta summar og vónar nú at vinna eitt steypagull afturat.
Ein annar føroyskur vongur, strandingurin Allan Norðberg, gjørdist íslendskur steypavinnari við Valu í fjør. Fyrraárið var tað eisini ein vongur, vestmannakvinnan Ingibjørg Olsen, sum vann íslenskt steypagull.
Jóhannes Bjørgvin er uppvaksin í Havn og í Neistanum men er hálvur vestmenningur. Serliga seinastu tíðina hevur hann spælt stóran leiklut hjá Stjarnuni, og fasti vinstri vongurin væntar tað sama í dag - uttan so at smáskaðin í lærinum darvar heldur nógv.
Fram er á 2. plássinum í landskappingini og er níggju stig frammanfyri Stjarnuna á 7. plássi. Hetta er tó ein finala, og liðið úr Garðabær fer at gera sítt.
Finalan hjá Jóhannes Bjørgvin og liðfeløgunum byrjar í dag, leygardagin 1. mars klokkan 16. Hon sæst í íslendska kringvarpinum RÚV sum millum annað er partur av Televarpspakkanum. Annars ber til at fylgja við á handbolti.is
Vit hava myndir frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald