John Petersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur sum eina av sínum fremstu uppgávum hesar komandi dagarnar at fáa spælararnar á kvinnulandsliðnum at trúgva upp á, at tær kunnu fáa eitt gott úrslit burtur úr komandi landsdystunum.
Føroyar spæla móti Norðurírlandi á Tórsvølli 18. september og aftur móti Hvítarusslandi 22. september, eisini á Tórsvølli.
Higartil í kappingini hava úrslitini ikki lagað seg føroyska vegin. Mótstøðan hevur verið sterk, serliga móti Noregi, og tapini hava eisini verið stór.
Sí eisini: Eyðgerð Mikkelsen: Vit fara at royna at halda málið reint
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald