
Eftir at hava virkað sum fyribils høvuðsvenjari í fýra mánaðir, hevur Jon Hestoy nú skrivað sáttmála við Havnar Svimjifelag fram til Oyggjaleikir í 2027, sum verða í Føroyum.
Jon er 65 ára gamal, føddur og uppvaksin á Tvøroyri, og hevur verið partur av føroyskari svimjing í meira enn seksti ár.
Hansara svimjiyrkisleið byrjaði í lítla 12,5 metra hylinum á Tvøroyri og kom í hæddina, tá hann svam í Mission Viejo í Los Angeles hjá víðagitna amerikanska venjaranum Mark Schubert og fyri danska felagið AGF í 80unum, meðan hann lærdi til prentara í Aarhus. Í hesum tíðarskeiði tók hann níggju donsk met: í 200 metra firvald, 400 metra blandað, 800 metra frí og 1500 metra frí. Hann vann sær eisini bronsumerki í 200 metra firvald í norðurlandameistarakapping í 1979.
Jon setti eisini eitt heimsmet, tá hann í Aarhus í 1982 svam 89.174 metrar uppá 24 tímar.
Jon hevur fyrr, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag, og hevur verið formaður í Svimjisambandi Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF í 6 ár. Hann hevur verið limur og varaformaður í European Aquatics Open Water frá 1998 til 2021 og limur í World Aquatics Open Water frá 2013 til 2017.
Havnar Svimjifelag er størsta svimjifelag í Føroyum og hevur yvir 400 limir, heilt frá skvatl og spæl fyri 5-6 ára gomul og upp til rørslulið, har hildið verður á at svimja upp í ellisárini. Felagið varð stovnað í 1938 og byrjaði í byrgdum hyli, har tennisvøllur er í dag. Virksemið vaks, tá uttandurahylurin varð latin upp í Gundadali í 1959, og enn meira, tá innandura 25 metra hylurin lat upp í 1982.
Í dag hevur Havnar Svimjifelag umstøður í heimsflokki við tí nýggja olympiska langhylinum. Felagið hevur góðar fimmti svimjarar á kappingarliðunum, ið venja upp til fleiri ferðir um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald