2020-12-23 10:01
Seinastu trý kappingarárini hevur Súni Olsen staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá B36. Samstarvið millum partarnar er komið at endað í vetur, og nú hevur B36 sett nýggjan høvuðsvenjara.
Talan er um 47-ára gamla Jón Simonsen. Hann hevur drúgvar royndir í venjarayrkinum og virkaði eisini í felagunum farna kappingarár, tá Jón var venjari hjá U17-dreingjunum.
Jan Poulsen í ovfærakæti undir einari ungdómsfinalu (Mynd: Sverri Egholm)
Greitt er eisini, at Jan Poulsen heldur fram sum hjálparvenjari. Jan hevur í nøkur ár verið knýttur at gentu- og kvinnusíðuni hjá B36.
B36 endaði farna kappingarár á 4. plássi í Betrideildini og var fáar minuttir frá at koma í steypafinaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald