Fótbóltur

Jónas og Óli boðsendir til U21-landsliðið fyri fyrstu ferð

Miðvallararnir úr ávíkavist B71 og KÍ eru komnir inn í hópin fyri Stefan Radosavljevic og Andreas Thomsen.

Jónas Warner í nærdysti við AB-leikara í uppflytingarfinaluni á Sandi sunnudagin. Hann skoraði tólv mál fyri barndómsfelagið í júst faran kappingarári (Mynd: Olena Goffe)

Jónas Warner í nærdysti við AB-leikara í uppflytingarfinaluni á Sandi sunnudagin. Hann skoraði tólv mál fyri barndómsfelagið í júst faran kappingarári (Mynd: Olena Goffe)

2021-11-09 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Báðir hava spælt á øllum ungdómslandsliðunum og eru skrásettir fyri samanlagt 30 dystir á U17 og U19-landsliðunum. Umframt hetta hava teir spælt fleiri U15-dystir fyri Føroyar, men Jónas Jónathanson Warner og Óli Eyðsteinsson Poulsen hava ikki verið á U21-landsliðnum - fyrrenn nú.

Liðskiparin, Stefan Radosavljevic úr HB, og Andreas Thomsen úr B36, hava verið noyddur at givið avboð, og Sámal Erik Hentze hevur ístaðin úttikið Jónas Warner úr B71, og Óla Eyðsteinsson Poulsen úr KÍ. Hetta skrivar fsf.fo.

19-ára gamli Jónas Warner spældi í øllum dystunum hjá besta liðnum hjá B71 í ár. Sterki miðvallarin var ein lyklaleikari fyri barndómsfelagið og skoraði tólv mál fyri liðið, ið var tvey stig frá at flyta upp í Betrieildina. Jónas umboðaði í tvey ár B36, har hann millum annað fekk royndir í 1. deild, áðrenn hann í fjør fór aftur til B71. Eftirnavnið hjá honum er enskt - pápin er breti og er í venjaratoyminum  hjá besta liðnum á Sani.

[object Object]
Óli Eyðsteinsson breyt sum blaðungur ígjøgnum á besta liðnum hjá KÍ - ein knæskaði helt honum meira ella minni úti í umleið tvey ár, áðrenn hann stríddi seg aftur í hesum kappingarárinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jónas hevur ígjøgnum árini havt mangan nærdystin við klaksvíkingin Óla Eyðsteinsson Poulsen - millum annað í steypafinaluni hjá U17 í 2018 har B36 og Jónas sigraðu eftir longda leiktíð. Óli hevur í ár fyri tað mesta verið at sæð í 1. deild. Har hevur 20-ára gamli vinstrabeinti spælarin skora fimm ferðir í tíggju dystum. Hann byrjaði kappingarárið við U21 og 3. deild fyri at koma spakuliga í gongd við at spæla aftur, gjørdist síðani partur av 1. deildarliðnum og frá summar besta liðnum í Klaksvík og í føroyskum fótbólti. Óli Eyðsteinsson spældi fimm dystir í Betrideildini seint í kappingarárinum - 22. august gjørdi hann comeback; næstan tvey og eitt hálvt eftir síðsta dystin hjá honum har. Ein álvarsamur knæskaði og afturfall hava gjørt, at evnaríki KÍ'arin hevur verið so lítið á vølli síðani tíðliga í 2019.

Jónas og Óli fyrireika seg nú saman við liðfeløgunum til uppgávuna í Serbia fríggjadagin. Undan dystinum, sum verður á Karadjordje Stadion í Novi Sad - fríggjadagin 12. november klokkan 17:00 føroyska tíð - eru Føroyar nummar fýra í bólkinum við fimm stigum fyri fimm dystir. Serbar hava sama stigatal, men fyri fýra dystir. Hetta er seinasta uppgávan hjá liðnum hjá Bagga og Atla í ár.

Frakland er fremst við 10 stigum. Hini londini í bólkinum eru Ukraina, Norðurmakedónia og Armenia. Støðan og leikskráin sæst her

Hópurin:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Áki Johannesen, B68 Toftir
Andrias Edmundsson, CDA Aguilas (Spania)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Pætur T. Skipanes, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ Klaksvík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur
Aleksandur Ó. Jensen, B68 Toftir
Símun Sólheim, EB/Streymur
Jóhan Renéson Thomsen, TB Tvøroyri
Lukas Giessing, HB Tórshavn
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík
Jónas Warner, B71 Sandur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder